Tilfar

Her kanst tú finna greinar og fyrilestrar sum Sclerousfelagið hevur haft.

Foredrag
annika_edited_edited.jpg
petrina.jpg

Petrina livir við sklerosu

Grein í Sosialen fra tann 18. juli 2003, av Solby Eliasen.  (Eg føli meg ikki sjúka)

34 ára gamla Petrina Venned úr Klaksvík fekk staðfest sklerosu fyri 12 árum síðani, og hóast hon hevur livað við hesi sjúkuni, sum eitt nú hevur við sær, at serliga hennara høgra síða ikki virkar, sum hon skal, so kennir hon seg ikki sjúka. Hon hevur altíð nóg mikið at gera, og har sum Petrina er, er altíð ferð á

Sjúkan skal ikki stýra mínum lívið

Grein í Sosialen fra tann 22. februar 2003 av Kaj Joensen. (Kroppur og sál fylgjast ikki)
46 ára Annika Festirstein av Eiði fekk sjúkuna dissimeneret sklerose fyri gott 21 árum síðani. Sjúkan hevur ført við sær niðursettan førleika í eitt nú beininum, og tað er so nógv hon vildi gjørt men kroppurin vil ikki tað í heilin vil.
Hóast hon er rakt av sklerosu, ið er ein óleikilig sjúka, fær illa gingið uttan hjálp og troyttast skjótt, so arbeiðir Annika sum lærari i Eiðis skúla. Lívsmótið hjá henni bilar einki, hon roynir alt hvat hon kann fyri at sjúkan ikki skal stýra lívinum. - Eg vil heldur fokusera uppá tað eg kann, ístaðin tað eg ikki kann, sigur Annika. 
Eisini sigur hon at ein kann nógv meir enn hvat ein heldur, og ein veksur við uppgávuni tá ið hon gerst torfør. - Men tað er kanska tí eg altíð havi verið so treisk, sigur hon.

Fyrilestrar

Inni á hesari síðu, kunna fyrilestrar síggjast. Undir tekstinum er eitt yvirlit av fyrilestrum, ið eru lagdir út á Youtube.

Ung við MS

Nøkur ung fólk siga frá sínari fatum um MS