Avvarðandi
 

Tá mamma ella pápi hava sclerosu

Til foreldrini

Hesin bóklingur er ætlaður børnum.
Barnið kann sjálvt lesa bóklingin, men best hevði verið, um foreldrini tóku sær eina løtu at lesa hann saman við barninum. Soleiðis kunnu børn og vaksin tosað saman um tær kenslur, óttan og stúranina, sum børn uttan iva uppliva, tá tey fáa sclerosu tætt inn á lívið.

Børn eru í nógvum førum als ikki so sært, sum vit ofta halda.
Ofta eru tey før fyri at góðtaka veruleikan, sum hann er, hóast hann kennist svárur. Sjálvt um vit vaksnu ofta dylja sannleikan fyri at verja børnini, kenna tey ofta á sær, at okkurt bagir. Tí hevur tað stóran týdning at tosa saman um støðuna, sum hon er.

Tað ber til at venda sær til sclerosufelagið fyri at fáa tilfar, ráð og vegleiðing.

Forældre og datter